|
 
Ian Rasmussen byrjaði í 1970 at koyra við lastvognum, tá við einum Toyota lastbili, seinni bleiv tað við størri lastvognum. Fyrst í 70´árunum yvirtók Ian Rasmussen bilin hjá Menning Geyti, tað var ein Scania 85 við krana, sum hevði havt lastvogn síðani 1950. Í 1993 varð fyritøkan umskipað til eitt P/F og hevur P/F I. R. Lastvognar í løtuni 15 lastbilar og trekkjarar, 10 leguvognar, 1 gravmaskin og 1 gummiged.
|